HEIM
28.10.2007

Mentanarvika í Runavík

Afturvendandi mentanarvikan fer av bakkastokki í Runavík 28. oktober og heldur fram til 3. november. Hetta er triðja ferð, at skipað verður fyri hesum tiltakinum. Tað verður Elin Heinesen, sum setir Mentanarvikuna sunnudagin kl 13.30 sunnanfyri Býráðshúsið.

Sí viðfestu skrá fyri Mentanarvikuna, har nógv ymisk tiltøk eru á skánni.

Fleiri framsýningar eru alla vikuna. Eitt nú verður brúðarframsýning í Orkis, listaframsýning við Beintu Hansen í Trend Floor, og Livar Nysted sýnir fram í Borg Saltangará. Býráðssalurin er ofta karmur um slík tiltøk, og í ár sýna systkini Kristiansen fram tekningalist her.
NSÍ hevur eina myndaframsýning í Heiðahúsinum í Saltangará. Felagið er 50 ár í ár, og skal henda sýning lýsa søgu felagsins.
Bygdasavnið Forni á Glyvrum hevur altíð onkra forvitnisliga framsýning. Í Mentanarvikuni er ein sýning um skipið Norsku Løvu, sum strandaði á Lambavík nýggjársaftan 1707.
Í Gamla Handli fer Elin Lindenskov at vísa, hvussu sápa og livandi ljós verða gjørd úr tálg, Eva úr Dímun garvar seyðaskinn, og Eydna Gaard fer at vísa prýðislutir úr horni og kleyvum.

Eysturoyar gongufelag, sum er sera virkið, skipar sunnudagin 28. oktober fyri einum túri eftir søguligu gøtuni úr Elduvík til Oyndarfjarðar, og 4. november verður ein gongutúrur úr Glyvradali til Glyvrar.

Keldan í Skálafirði er karmur um fyrilestrarnar, sum vera týsdagin 30. oktober. Fyrilestrarnir eru fyri almenninginum, og byrjað verður kl. 12.30; aftaná verður høvi at seta spurningar. Fyrilestrarhaldarnir eru: Gordon Rajani frá EIK banka, sum tosar um keyp og sølu av fyritøkum, og Stefán Jón Friðriksson úr Íslandi, deildarleiðari í fíggjarmálaráðnum, sum fer at røða um einskiljing av almennum fyritøkum. Ragnar Nystøyl er norðmaður og arbeiðir hjá CEO, Kontali Analyser. Evnið, sum hann viðgerð, er evropeisk og altjóða trend í sambandi við laks og hvítan fisk. Leif Bergmann er stjóri í Henley Management College í Onglandi, og hann fer at røða um evni: building people – building business.

Týskvøldið 30. oktober skipar EIK fyri einum temakvøldi í Stórustovu í Barnagarðinum á Mýrunum, har evnið er "Legg í framtíðina". Tilmelding fer fram á www.eik.fo
Mikukvøldið skipa EIK Banki og Íverksetanarhúsið í felag fyri einum almennum kvøldi, sum kallast "Verð tín egni stjóri" – ljóðar tað ikki væl? Tiltakið verður í Hæddini í Saltangará.

Alla vikuna verða góð tilboð at fáa í handlunum hjá Handilsmiðdeplinum. Fríggjakvøldið hava handlarnir "open by night". Opið er til kl. 22.00. Fríggjakvøldið verður eisini skipað fyri einum spennandi mótakvøldi í Stokkastovuni, sum kallast "nýggjasta trend innan móta". Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis. Leygardagin hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum langan leygardag, og tá er opið til kl. 17.00.

Heldur ikki børnini vera gloymd. Leika og leiki vitja í Berglon fríggjadagin kl. 17.00 og leygardagin kl.15.00. Sunnudagin verður Giga barnatiltak í ítróttarhøllini í Runavík, har Trøllapætur, ommudidd og politistarnir eru við. Harafturat er eisini ein eldblásari við, og Bassi vitjar og hevur okkurt gott til børnini.

Fríggjakvøldið 2. november er føroyskur dansur í Hæddini í Saltangará. Dansifelagið á staðnum er sera virkið, og væl av fólki plagar at møta, tá ið dansur er.

Innan tónleikin verður eisini nógv á skránni. Mentanarhúsfelagið skipar týskvøldið fyri Jam Session í Blikk Café´ini, og hóskvøldið er vísusangur við íslendinginum Throstur Jóhannesson úr vinarbýnum Ísafirði. Leygarkvøldið verður Gospel Praise í Kelduni í Skálafirði. Leygarkvøldið 3. november verður ein stór konsert við dansi í ítróttarhøllini í Runavík. Bólkarnir sum vera við til konsertina og dansin, eru: Høgni Lisberg, Crawling Blue, Simon Mathew (DK) og Boys in a Band.

Mentanarvikan endar við einum sangkvøldi í Glyvra kirkju sunnudagin 4. november kl. 20.00 Kór Glyvra kirkju fer at syngja anglikansk sálmaløg.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/5862A5B8-3884-4F2C-A51D-150CE22324DE.pdf