HEIM
08.10.2012

Mentanarvika 8. árið á rað

Árliga Mentanarvikan í Runavík fær í ár á fyrsta sinni sítt egna heiti. Mentanarvikan, sum hesaferð verður í døgunum 21. - 28. oktober, verður nú og framyvir kallað Skýming.

Navnið endurspeglar millum annað árstíðina, har myrkrið vinnur á ljósinum og kvøldini gerast longri. Frá gomlum døgum savnaðust fólk hesa ársins tíð til søgu og mentanarligt undirhald fyri at stytta sær stundir. Navnið skýming verður soleiðis knýtt at hugna og gaman.

Í bókini Í Skýmingini sigur rithøvundurin Sofía Petersen soleiðis:

"Meðan skuggarnir so líðandi vuksu og myrknaðu inni í krókunum í stovuni, var tað hugnaligt at stilla seg tætt inn at ommu – royna at troka seg allarnæst henni, so einki orð, av tí hon bar fram, skuldi misfarast, tí einki spæl, hvussu stuttligt tað enn kundi vera, var at líkna við at lurta eftir hennar søgum og rímum."

Fyrireikararnir hava í ár valgt eitt av listarfólkunum, ið luttekur í mentanarvikuni, til at prýða plakatina, sum verður prentað til høvið. Í ár er tað lokali listarmaðurin Jóannes S. Hansen, ið hevur málað málningin. Til ber at ogna sær eitt eintak av plakatini, tá mentanarvikan byrjar. Plakatirnar verða til keyps á Kunningarstovuni í Runavík.

Eins og áður fer Mentanarvikan í Runavík at bjóða hópin av tiltøkum fyri allar aldursbólkar.
Verið vælkomin til Mentanarvikuna Skýming 2012.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/7E7F13C4-F01D-4232-B7EF-D05752FDC348.pdf