HEIM
15.06.2019

Menniskju, sum í felag finna samljóð

Røða, sum Rønn Eliasen, mentanarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, helt, tá Eystanstevnan 2019 varð sett í Bylgjuni.

Góðu Eystanstevnugestir - góðu áhoyrarar.

Tað er mær ein heiður at fáa høvi at siga nøkur orð her í dag, at seta Eystanstevnuna 2019. Takk fyri tað.

Á veg heim frá arbeiði í gjár, nevndi eg fyri einum av mínum starvfeløgum, at eg skuldi flyta fram røðu, og tí mátti fara heim at hugsa meg um. Hetta var betur ósagt, tí svarið eg fekk ljóðaði: "Ger ikki røðuna ov langa, tí hvør tímir at lurta eftir røðum í dag?" Hetta vóru vælmeinandi orð, søgd við tí góða, og við blíðligum eygnabrá.

Kanska er tað so, kanska troyttast fólk av vælmeinandi hugsanum, hugleiðingum og tankastrokum. Kanska hava vit øll nokk við okkara egna veruleika, og kanska rúma vit veruleikum hjá øðrum í minni mun, enn vit hava gjørt áður.

Ella kanska passar hesin pástandur slett ikki.

Jú, gaman í. Vit hava øll úr at gera, tíðin rennur undan okkum, og flest okkara kenna kensluna av at renna aftaná. Í hesum meldrinum hava vit lyndi til at gloyma at vera menniskja.

Okkara samtíð er merkt av, at tað einstaka menniskjað er í sentrum. Vit eru vorðin alt meiri individualistisk, og vit hugsa til tíðir meiri um okkum sjálvi og tær uppgávur, vit skulu loysa, heldur enn at vera saman og fjálga um hvønn annan í tí dagliga.

Tøknin, sum upprunaliga skuldi knýta okkum tættari saman, bøta um okkara samskifti, ger okkum eisini fjar. Tíð og stað er ikki longur avgerandi fyri, hvar vit veruliga eru. Vit kunnu sita saman við familjuni rundan um køksborðið, og tó vera á hvør sínum staði.

Hesin vandin í okkara samtíð ørkymlar okkum, tí við einstaklingahugsanini, snýkir einsemi og anonymitetur seg spakuliga inn á okkum.

Náttúran í okkum menniskjum er at fylkjast. Tað liggur í okkara menniskjaligu náttúru at søkja felagsskap. Vit hava tørv á øðrum menniskjum fyri at læra, hvussu vit sjálvi eru menniskju. Lítla barnið, ið verður føtt, hevur tørv á at læra at tosa, at ganga, at eta, at hugsa og at vera. Tað er ikki liðugt, tá tað er føtt, tað skal læra at verða menniskja.

Í tí afrikansku heimsmyndini finst eitt hugtak, ið nevnist Ubuntu. Ubuntu kann týðast til: “Eitt menniskja er menniskja ígjøgnum onnur menniskju”. Sambært tí afrikansku heimsmyndini er Ubuntu kjarnin í tí at vera menniska. Vit hava tørv hvør á øðrum. Vit eru knýtt hvør at øðrum, og vit verða menniskju í sambandinum við hvønnannan.

Í tí siðbundna afrikanska samfelagnum var Ubuntu tað, tú strembaði eftir. Alt heimsins ríkidømi tænti tær lítið, um tú ikki hevði lyndiseyðkennir, so sum gestablíðni, miskunsemi og umsorgan, og brúkti hesi eyðkennir til at styrkja og hjálpa og vera menniskjalig.

“Vit hoyra til, tí eru vit” og vit eru skapt netupp fyri at komplementera hvønnann. Skapt til at fylkjast, til sambond, til vinarløg og relatiónir. Vit eru skapt ymisk fyri at skilja, at vit hava tørv hvør á øðrum, eru bundin at hvør øðrum, og okkara fornemmasta uppgáva eigur at vera at kýta okkum til at finna eitt felags samljóð.

Um vit nú lenda aftur her við Løkin, í hesum ófatuliga náttúruvakra umhvørvi, so skilja vit, at strembanin eftir felags samljóði eisini finst her. Norðanfyri okkum liggur skúlin og Bókasavnið við Løkin, har børn og ung dagliga nema sær vitan. Á ítróttarøkinum, vit sjálvi eru stødd, er nógv orka løgd í at geva teim íðkandi estetiskar karmar, soleiðis at allir sansir kunnu stimbrast. Sunnan fyri okkum liggur Skótahúsið við Løkin og síðani Barnagarðurin á Mýrunum við útsýni yvir Toftavatn. Jú, sanniliga hava tit dugað væl. Tit hava havt eyga fyri tí vakra. Fyri náttúruni, fyri bygningum og fyri menniskjum. Og aftanfyri hesar væla avgerðir, liggur fatanin og týdningurin við einum sterkum felagsskapi.

Støkk, NSÍ fótbóltur og kappróður, Taekwondofelagið, Tjaldur og eg kundi hildið áfram. Aftanfyri fasadurnar á vøkru bygningunum húsast menniskju, ið við nærveru og samveru tryggja børnum, ungum og vaksnum møguleikar og upplivingar í tí dagliga. Upplivingar, tey vilja taka við sær á teirri leið, og væntandi geva aftur, tá tíðin verður til tað. Men tað er eisini her, eitt samfelag verður ment. Hesin felagsandi og hugburður er samfelagið.

Danski sálarfrøðingurin og granskarin Svend Brinkman vísir á, at tá tú tekur við tíni skyldu og greiðir tína skyldu, tá rennur meiningin fram fyri teg.
Í staðin fyri at spyrja okkum sjálvi spurningin: “Hvør eri eg?”, so eiga vit heldur at hyggja upp og spyrja: “Hvør ert tú, og hvat skulu vit gera í felag?”.
Við at líta út, at hyggja upp, heldur enn at líta inn í teg sjálva, verður tú menniskja í sambandinum við onnur menniskju.

Sum menniskju dámar okkum at fylkjast. Vit hoyra til, tí eru vit. Tá vit í felag finna áhugan, tá mennast tær tøttu relatiónirnar, sum eru grundarsteinurin í einum sterkum samfelagi.

Tí fara tær siðbundnu stevnurnar, sum eitt nú Eystanstevnan, áhaldandi at hava stóran týdning fyri okkum. Saman við tíðini skifta tær ham, broytast og liva sítt egna lív. Frá kappróðri til møguliga heimsins størsta gummibátatreff. Frá handbóltsdystum til Runutusk. Tað er líkamikið! Tað, sum hevur týdning, er, at tað eru menniskju, sum í felag finna samljóð.

Takk fyri tit lýddu á, og við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum eina góða Eystanstevnu.

Takk fyri