HEIM
28.05.2010

Matine í býráðshøllini sunnudagin

Matine við Agnar Lamhauge og Jóhannes Andreassen verður í Býráðshøllini í Runavík sunnudagin kl. 14.30.
Á skránni eru verk fyri kontrabass og klaver. Verkini, ið verða framførd, eru skrivað av russiska tónaskaldinum Sofia Goubaidulina, Vagn Holmboe og Bach. Eisini verður egin útseting av kingosálmi á skránni.

Framførslan er fingin í lag í samband við at Agnar og Jóhannes skulu tónleikaferð til Íslands í næstum.