HEIM
15.05.2018

Marmennilin

Á heysti í 2016 tók Elduvíkar Bygdar- og fornminnisfelag avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Í nevndina vórðu valdir Rasmus N. Hansen, Dánial Martin Hansen og Rodmundur Nielsen.

Nevndin fór til verka á heysti 2016, og var fyrsta takið at fáa listarmann at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, ið lýsir søgnina um marmennilin. Tíðliga í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera standmyndina, sum skal stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti. Á sumri í 2017 kom Hans Pauli við einum sera spennandi hugskoti, sum spakuliga er við at menna seg til tað, sum fer at gerast endaliga úrslitið.

Táið mentanarvika varð hildin í Runavíkar kommunu fyri kortum skipaði fyriskipanarnevndin fyri framløgufundi í Elduvíkar kirkju. Høgni Kastalag frá Fuglark hevur í samráð við listarmannin gjørt uppskot um hvussu kringumstøðurnar skulu vera í økinum, har sum standmyndin skal standa, og hann greiddi frá hesum partinum av ætlanini. Hans Pauli tosaði um sjálvt listarverkið og Rodmundur Nielsen greiddi frá tí skipanarliga partinum av málinum.

Nevndin sigur á heimasíðuni www.marmennilin.fo, at ætlanin er mett at kosta áleið trýfjerðingsmillión krónur. Nevndin er farin undir at savna pening inn til verkætlanina, og higartil hava fleiri stuðlar latið fæ til Marmennilin. Runavíkar kommuna hevur samtykt at taka lut í lendisarbeiðnum, og hevur heitt á kommunugartnaran Búgva Róin og Ejin Olsen á Teknisku deild um at røkja samskiftið við fyriskipanarnevndina.

Mánamorgunin vitjaði nevndin (myndin) Runavíkar kommunu, og sum skilst kann væntast, at gongst sum ætlað, kann vera komið á mál um eitt ár ella so.

Fyriskipararnir siga, at til ber at stuðla ætlanini á kontu no. 6460-5769029 í Bank Nordik.