HEIM
21.11.2007

Marknaðardagur í Runavík

Leygardagin 24.nov.2007 verður marknaðardagur í ítróttarhøllini í Runavík frá kl. 14.00 - 20.00.

Hornorkestrið spælir kl. 16.00.
Jólamenn vitja kl 18.30

Á marknaðardegnum í Runavík luttaka privat fólk, sum selja vørur tey sjálvi hava framleitt. Nakrir handlar luttaka eisini, sum selja nýggjar vørur og eldri niðursettar vørur.

Marknaðardagurin í Runavík hevur verið eitt afturvendandi tiltak hjá NSÍ, sum hevur fingið góða undirtøku á hvørjum ári.
Tiltakið er í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 24.nov.2007 frá kl 14.00-20.00 – ókeypis atgongd