HEIM
07.06.2019

Marita er nýggjur býarverkfrøðingur í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna setti á býráðsfundi 28. mai í ár verkfrøðingin Maritu Súsannu Hentze í starvið sum Býarverkføðing, tvs. leiðara á Teknisku deild og tekniska økinum hjá kommununi. Hon er 51 ára gomul, er útbúgvin maskinverkfrøðingur umframt at hava tikið ískoytisútbúgvingar og fleiri ymisk skeið. Hon hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan framleiðslu, ráðgeving og undirvísing. Seinastu 7 árini hevur hon starvast sum verkfrøðingur í aðrari kommunu og kennir tí væl til uppgávur og virksemi innan kommunala geiran.

Marita byrjar í starvinum í juli. Runavíkar kommuna ynskir Maritu góða eydnu og bjóðar henni vælkomnari í starvið.