HEIM
27.03.2013

Málningaframsýning í Skúlanum við Løkin í Runavík á páskum.

Meira enn 35 listafólk úr øllum landinum luttaka við meir enn 160 málningum.
Málningaframsýningin er opin fyrsta og annan páskadag frá kl 15.00 til kl.19.00.
Páll Isholm setir sýningina og næmingar frá musikk breytini syngja og spæla.
Høvið verður at ogna sær málningar. Atgongumerkið er ein lutaseðil uppá ein málning og ein kaffimunn fær tú ókeypis.