HEIM
16.03.2015

Málningaframsýning í Runavík

Mánadagin 16. mars klokkan 16.00 letur fjølbroytt málningaframsýning upp á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Hetta er ein stór felags framsýning við fimm kendum málarum úr nærumhvørvinum á Skálafjørðinum.

Framsýnarar eru: Hilmar J. Højgaard, Jørgin Olsen, Kára Løkin, Harry Knudsen og Jóannes S. Hansen. Hesi eru øll roynd listafólk, sum hava málað í fleiri ár, og eru teirra málningar vanliga sera væl umtóktir.
Til ferniseringina klokkan 16.00 fer tann virkni yrkjarin Edmund Williamson at lesa egnar yrkingar upp, og bókasavnið bjóðar drekkamunn.

Framsýningin er partur av stórri skrá, sum kunningarstovan í Eysturoynni samskipar í sambandi við sólarmyrkingina. Framsýningin er opin gerandisdagar frá klokkan 13.00 til 18.00. Og seinasti dagur er fríggjadagin 27. mars.

Meira kann lesast um framsýningina og tí stóru skránna á www.lokin.fo.