HEIM
27.01.2014

MÁLMHØVD Í LØKSHØLL

Týskvøldið 28. januar klokkan 20.00

"Málmhøvd" er ein virðisløntur og hjartanemandi íslendskur filmur um ta 12 ára gomlu Heru, sum missir eldra beiggja sín í traktorvanlukku á einum bóndagarði norðan fyri Reykjavík.
Fyri at koma yvir lemjandi sorgina, byrgir hon seg inn á kamarinum hjá beiggjanum, sum altíð lurtaði eftir heavy metal. Hera flýggjar inn í ein destruktivan heim, sum tó hevur stór virði fyri hana og ikki minst nýggja unga prestin, ið er komin til bygdar og hevur eina Iron Maiden tatovering á arminum.
Men so gongur alt av skriðjuni. Hera stjelur brennivín og traktorar, og setur eld á kirkjuna. Spurningurin er: Kann bygdin hjálpa henni?
Leikstjóri er Ragnar Bragason. Filmurin er frá 2013 og er 97 min. til longdar.

Talan í filminum er á íslendskum. Undirtekstur er á enskum.
Tað er Bókasavnið við Løkin, sum saman við Norðurlandahúsinum vísir henda filmin í Løkshøll.

Atgongumerki kosta kr 80,- og fáast við dyrnar hálvan tíma undan sýning.
Sí stutt videobrot úr filminum her: