HEIM
13.11.2008

Magnus Rasmussen nýggjur borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Inntil á nýggjárinum er tað Hans Jacob Lamhauge úr Lamba, sum er borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Eftir nýggjár verður tað eisini ein lambamaður, sum verður borgarstjóri.
Í gjár varð greitt, at tað verður 45 ára gamli Magnus Rasmussen úr Lamba, sum verður borgarstjóri í triði størstu kommununi. Magnus er nýggjur í býráðnum, og hann varð fyrstvaldur á valinum týsdagin. Hann fekk 219 persónligar atkvøður. Magnus Rasmussen er bóndi í Lamba og lærari í Runavíkar kommunu.

Nývalda býráðið skipaði seg á felags fundi fyri allar ellivu býráðslimirnar seinnapartin í gjár.
Nýggjur næstformaður er Sæunn Ó. Hansen í Saltangará. Hon er eisini nývald. Sæunn var í býráðnum, sum sat undan valinum í 2004.