HEIM
04.12.2013

Magnus og Tobbi til London at marknaðarføra oljuhavnina

Nú tíðin nærkast, tá tveir brunnar skulu borast á føroyska landgrunninum, royna føroyskar fyritøkur at bjóða seg fram sum veitarar. Ein teirra er oljuhavnin í Runavík, sum møtti til oljumóttøku í London nú um dagarnar við borgarstjóra og havnameistara fyri at marknaðarføra oljuhavnina um somu tíð, sum landsstýrismaðurin í oljumálum roynir at marknaðarføra Føroyar sum leitiøki.

Hetta kvøldið, hin 27. november, táið skipað var fyri oljumóttøku í residensinum hjá danska ambassadørinum í London, hitti oljuportalurin teir báðar Magnus Rasmussen, borgarsjóra í Runavík og havnarmeistaran við Runavíkar havn, Tórbjørn Jacobsen. Saman við føroyingum og útlendingum vóru teir bodnir higar til býin av Claus Grube, sendimanni Danmarkar og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.

Onki er at ivast í, at teir báðir vóru komnir úr Føroyum fyri at vísa flaggið hjá einastu oljuútgerðarhavnini í landinum, sum hevur verið higartil. Oljufeløgini valdu í sínari tíð Runavíkar havn burturúr øllum havnunum í Føroyum sum útgerðarstøð, og hetta hava tey hildið fast við síðani, nú 7-8 royndarboringar eru gjørdar undir Føroyum. Hetta kann ineyvan fatast øðrvísi, enn at oljufeløgini hava verið væl nøgd við umstøðurnar í havnini, og við tænastuna, sum Atlantic Supply Base fyri tað mesta hevur veitt teimum hesi árini. Eftir móttøkuna spurdu vit teir báðar, hvør orsøkin er til, at teir eru komnir allan tann langa vegin til London at lýða á framløgur um leitingina í Føroyum og har hitta umboð fyri oljufeløg?

"Fyrst og fremst tí at vit umvegis størv okkara eru bodnir higar. Í øðrum lagi tí at vit ikki taka tað fyri givið, at oljufeløgini av sær sjálvum brúka Runavíkar havn sum útgerðarhavn, táið borað verður í føroyskum øki. Hetta krevur av okkum, at vit javnt og samt vita, hvat hendir á oljumótinum, soleiðis at vit fáa rættað inn samsvarandi hesum, tá vit skulu bjóða havnina og býin fram til oljufeløgini, so hvørt sum ein brunnur fyri og annar eftir verður boraður.

Vit eru rættiliga tilvitaðir um, at fleiri aðrar havnir í Føroyum liggja framvið til tess at gerast útgerðarhavnir, og tí ræður um at liggja á takinum alla tíðina, annars tapir tú kappingina. Konditiónin kann vera avgerandi fyri, hvør vinnur ta kappingina, hóast vit eru sannførdir um, at umstøðurnar ongastaðni eru betri enn á Skálafjørðinum.

Tim Dodson, frá Statoil, hevði ein áhugaverdan fyrilestur og staðfesti enn einaferð, at Føroyaøkið er háváði. Royndarboringarnar kosta ómetaliga nógv í økinum, tí fara tær báðar næstu royndirnar kanska at vera rættiliga avgerandi fyri, hvussu áhugin fer at vera fyri okkara øki frameftir. Ein móttøka sum hendan er eisini møguleikin fyri at hitta fólk í vinnuni, tað, sum nú verður rópt fyri at vaksa sær um netverkið.

-Kann ætla, at tit eisini eru komnir higar fyri at tryggja tykkum Runavíkar havn sum oljuútgerðarhavn í 2014?

"Afturmeldingarnar vit hava fingið hesi árini borað hevur verið, hava verið ógvuliga positivar. Sohvørt sum okkurt hevur kunnað verið betri hava vit bøtt um tað, í góðum samskifti við Atlantic Supply Base og oljufeløgini, sum hava virkað tey ymsu tíðarmálini síðani aldarskiftið. Vit kenna krøvini, sum feløgini seta til eina útgerðarhavn, og tey gerast bara strangari sum frálíður. Vit hava eitt sterkt tøkniligt uppland, tað var ein orsøkin til at Runavík í sínari tíð varð vald burturúr øllum havnunum, sum bjóðaðu seg fram, og tað at vit liggja 50 minuttir frá einasta flogvøllinum í bili, telur tilsamans heilt væl á røttu vágskálini. Statoil brúkti Runavík í 2012, tann boringin bleiv ikki liðug, og hon verður tikin uppaftur nú, umframt at ætlanin eisini er, at ein boring afturat henni skal gerast í 2014.

ASB arbeiðir av øllum alvi fyri at gera útgerðarstøðina búna til boringarnar næsta ár, eitt nú eru teir í holt við at sandblása, galvanisera og kóta allar tangarnar, sum teir hava standandi uppi á havnarlagnum. Enn er ongin formell avgerð tikin um nakað, sigst, vit hava í hvussu er ikki fingið tað endaliga preiið frá pørtunum, men verður borað undir Føroyum í 2014, so ivast vit ikki eina løtu í, at Runavíkar havn aftur fer at hýsa oljuveitingarhavnini. Nakað av prátið hevur verið ímillum partarnar um trygdarspurningar o.a., hesir herðast í hvørjum, ikki minst eftir álopið á Statoil-installatiónirnar í Algeria, men tað kann nú vera, at felagið eisini tosar við aðrar havnir um hetta.

"So tit fyrireika tykkum longu til, at Runavíkar verður veitingarstøð í 2014?

"Ja, vit hava í hvussu er ongar ábendingar fingið um, at hon verður vald frá í kappingini."

"Og tit fyrireika tykkum framvegis til eina framleiðslufasu, um ella tá tann støðan gerst veruleiki?

"Vit hava brúkt nógva orku og nakað væl av peningi til tann møguleikan, og tað verður áhaldandi virkað við málinum. Vit verða heilt víst klárir at bjóða Skálafjørðin fram tann dagin oljuvinnan flytir seg úr verandi fasu, við hissini royndarboringum, haðartil oljan er funnin, og ein møgulig framleiðsla verður veruleiki. Frekvensurin økist tá munandi og heilt aðrir fasilitetir mega tá leggjast til eina útgerðastøð. Tá ræður um at vera klárur at trýsta á knøttin, og tað vera vit. Ongin ivingur verður um tað."

Kelda: www.olja.fo
Myndir: Frá móttøkuni í London í farnu viku.
Myndatøka: Jan Müller/oljan.fo

Myndarøð: {C1BF2A64-A986-4165-AE64-BB11E56FAAF8}