HEIM
24.10.2011

Magnstøðin í Saltangará letur upp týsdagin 25.10 kl 14.00

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, letur nýggju Magnstøðina í Saltangará upp týsdagin 25.10 kl 14.00.

Tónleikur, røður, ókeypis bilvask, okkurt gott til børnini og hópurin av spennandi smakkiroyndum.
Støðin letur upp kl 14.00, tá Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu flytur fram røðu. Christian Nagata, nevndarformaður á Magn, sigur eisini nøkur orð. Hareftir spælir Óvita Blues band, børnini fáa ókeypis sunkist og ballónir, og bæði børn og vaksin kunnu royna hópin av spennandi smakkiroyndum.

Bilvask er ókeypis allan dagin, og teir fyrstu 100 kundarnir fáa bilvaskilyklar áljóðandi 400,- kr*

Eitt økið í vøkstri.
Eystari armur av Skálafjørðinum er í støðugum vøkstri, vinnulívið blómar og nógv virksemi er í økinum. Magn hevur latið støðina bygt, tí felagið vil fegin verða partur av tí menning, sum fer fram á eystara armi av Skálafjørðinum.

Nýggjasta tøknin.
Samstundis sum Magnstøðin í Saltangará lýkur øll krøv frá føroysku myndugleikunum, livir støðin upp til tey strongu donsku trygdarkrøvini til bensinstøðir. Hetta merkir m.a. at brennievnistangar- og rør hava dupultar veggir við sensorum ímillum veggjasíðurnar.

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN AT HÁTÍÐARHALDA LØTUNA SAMAN VIÐ OKKUM TÝSDAGIN 25.10 KL 14.00

*Einasta treyt er, at Magn fær loyvi at senda sms tilboð út umvegis fartelefonina hjá teimum 100, sum fáa vaskilyklarnar