HEIM
19.10.2011

MAGIC NIGHT í Løkshøll

21. oktober kl 21.00

Ásbjørn Berthelsen hevur í 15 ár undirhildið fyri børnum og familjum - nú er tíð at royna okkurt annað! MAGIC NIGHT er eitt gyklashow fyri vaksin!!

Her verður gyklað við kortum, myntum, árum, hosum, knívum og mongum øðrum. Vit fáa at síggja heimsins elsta tricks og nøkur spildurnýggj, og vit fáa søguna um hvat Ásbjørn gjørdi, tá hann bleiv biðin um at gykla fyri stórari fjøld uttan nakra gyklaútgerð.

Saman við Ásbirni er eisini ein DJ, sum fer at seta dám á við tónleiki.

Fríggjakvøldið 21. oktober kl. 21.00. Kom og uppliva gott undirhald í Løkshøll. Sjálvdan hevur tað verið so stuttligt at verið lumpaður! Atgongumerki á 120 kr. fáast við dyrnar.