HEIM
15.06.2015

LÝSING um Fólkatingsvalið 18. juni 2015

Brævatkvøður
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við týsdagin 16. juni 2015.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 15. juni 2015 kl. 16.00.

Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 18. juni 2015, verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni (tlf. 417000) frá í seinasta lagi 16. juni 2015.

Saltangará, 04. Juni 2015

Runavíkar býráð.