HEIM
13.07.2015

Luttøka á Laksa- og sølutorgið í Runavík, FREISTIN at tilmelda er í morgin

Luttøka á Laksa- og sølutorgið í Runavík Árliga Laksa- og sølutorgið verður í Runavík leygardagin 18. juli kl. 10-16, har høvi verður hjá øllum vitjandi at fáa eina ókeypis smakkiroynd av leskiliga laksinum frá Bakkafrost, sum Sjókaféin hevur tilgjørt. 
Sum undanfarnu ár er nógv spennandi á skránni bæði til børn og vaksin. Møguleiki verður at seta tín dám á sølutorginum har tú kanst luttaka við onkum góðum til keyps so sum heimagjørdir lutir, framsýning av djórum, leika- og l...oppumarknaður, fiskur, bakaravørur, vaflur og kaffi ella onkrum heilt øðrum, ið tú heldur kundi verið áhugavert at uppliva ella selt. 
Sig frá um luttøku á kunningarstovan@runavik.fo ella ring til kunningarstovuna á 417060 ella 221449. Seinasta freist at melda til er týsdagin 14. juli

Laksa og sølutorg skrá