HEIM
10.06.2012

Lukas dansar á Eystanstevnu

Hann er úr Runavík og er uppvaksin við sangi og tónleiki. 14 ára gamli Lukas er beiggi navnframu, Onnu Nygaard, sum allir føroyingar kenna frá X- factor og sunnudagin kl. 15 fer hann at sýna síni kynstur á stevnupallinum á Eystanstevnuni í Runavík. Lukas hevur áður sýnt dansikynstir á palli saman við "Kular Røtur", til stóra tiltakið "Børn í Føroyum", men eisini einsamallur á "Summarfestivalinum" í fjør. Lukas Nygaard, sum sjálvur setur løg og koreografi saman, dansar millum annað brot úr løgum hjá popstjørnuni, Michael Jackson.

Hópin av stevnutiltøkum eru á skránni alt vikuskiftið. Meiri kann lesast um tiltøkini á heimasíðuni hjá Eystanstevnuni www.eystanstevna.fo