HEIM
22.10.2015

LUDO við Løkin

Fríggjakvøldið 23. oktobur kl 19.00 verður høvið at síggja nýggjasta filmin hjá Katrini Ottarsdóttir LUDO í Løkshøll.

Filmurin er frá 2014, men hevur ikki verið vístur í Løkshøll fyrr. Filmurin verður vístur í sambandi við Mentanarvikuna Skýming, sum er í Runavíkar kommunu í hesum døgum. Tað er Bókasavnið við Løkin og Løkshøll, sum í samstarvi vísa filmin.

Katrin Ottarsdóttir er undangongufólk í føroyskari filmsframleiðslu, og hevur leikstjórna fleiri filmar. Í 1989 gjørdi hon tann fyrsta føroyska spælifilmin við heitinum Atlantic Rhapsody. Ein annar kendur filmur hjá henni er road-filmurin Bye Bye Bluebird, sum hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum í 1999. Filmurin LUDO, sum er frá 2014, verður at síggja í Løkshøll fríggjakvøldið.

Hetta er ein psykologiskur spenningsfilmur um eina 11 ára gamla gentu, sum er í eini tvístøðu millum sína sálarliga sjúku mammu við skiftandi sinnalagi, og ein pápa, sum er vælmeinandi men passivur. Í einum hóvligum, hypnotiskum tempo og við einum sera ekspressionistiskum stíli tekur filmurin áskoðararnar við á eina ferð inn í kjarnuna av einum ófjálgum heimi við innistongdari ræðslu.

Høvuðsleiklutirnar hava Lea Blaaberg, Hildigunn Eyðfinsdóttir og Hjálmar Dam. Herfyri var Hjálmar á palli í Løkshøll í sjónleikinum Veitslan, sum fekk avbera góð ummælir. Nú er so høvið aftur at síggja Hjálmar í Løkshøll. Hesuferð tó á stórskíggja.

Tónleikin hevur Sune Køter gjørt, og stílfullu scenografiina hevur Edward Fuglø gjørt.

Atgongumerkir á kr 80,- fáast við dyrnar.

Café á bókasavninum er opin áðrenn og eftir filmin.