HEIM
26.10.2010

Løgmaður setti FaroExpo

Føroyingar hava lært seg at navigera í ringum sjógvi, og vit hava lært at laga okkum til skiftandi búskaparligar veruleikar, segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen.

Klokkan 9 í morgun setti løgmaður, Kaj Leo Johannesen, vinnustevnuna FaroExpo í ítróttarhøllini í Runavík.
Løgmaður takkaði fyrireikarunum fyri møguleikan, tey við hesum geva føroyskum og útlendskum vinnulívsfólki at hittast og vísa fram sínar vørur, eins og høvi er at geva av sínari vitan og royndum.
- Hóast vit seinastu tvey árini hava upplivað eina heimsumfatandi fíggjarkreppu, er FaroExpo kortini eitt prógv um, at samfelagshjólini mala víðari, og at arbeiðssemi, kreativiteturin og ágrýtni framvegis eru í hásæti.
Kaj Leo vísti á lyklatøl, sum benda á, at búskaparliga afturgongdin er vend til framgongd, og at Føroyar í ár kunnu vænta sær ein búskaparligan vøkstur á 3 prosent – eins og ein vøkstur á 5 prosemt í 2011.
- Hetta er ein vøkstur, sum liggur í tí betra endanum millum evropeisku londini.
Løgmaður segði, at føroyingar gjøgnum tíðirnar hava lært at liva undir ymiskum og skiftandi umstøðum í tí hørðu og náðileysu náttúruni uppi í Atlantarhavinum.
- Vit hava lært okkum at navigera í ringum sjógvi, og vit hava lært at laga okkum til skiftandi búskaparligar veruleikar, legði hann aftrat.
Kaj Leo Johannesen vísti á, at náttúran er skiftandi við góðum og minni góðum árum.
- Soleiðis er eisni við marknaðum. Eftir afturgongd, kemur fyrr ella seinni aftur framgongd, segði løgmaður, tá hann setti FaroExpo í morgun.
Portalurin fer at venda aftur til ymiskt annað, sum løgmaður eisini segði í síni setanarrøðu.

Kelda: portal.fo