HEIM
25.09.2019

Login yvir Mýruhjalla

Nú Skála skuldi møta Víkingi í bestu fótbóltsdeildini, undir Mýruhjalla í kvøld, var tað eitt gott høvi at taka nýggju ljósskipanina við vøllin í nýtslu. Tað hevur ligið í kortunum, at ljós, eftir altjóða ásetingum, skuldu fáast til vega við teir báðar kommunalu fótbóltsvallirnar í Runavík og á Skála. Hóast skipanin í stóran mun er hin sama, gjørdist verkætlanin á Skála væl størri, táið veðurviðurskiftini eru øðrvísi og væl verri undir Mýruhjalla enn við Løkin í Runavík. Býráðið setti pening av á fíggjarætlanini fyri 2019 til endamálið, og í kvøld varð skipað soleiðis fyri, at ljósini skuldu kveikjast alment stutt fyri dystarbyrjan á Skála í kvøld.

Skála Ítróttarfelag varð stovnað í 1965. Vøllurin var liðugur í 1977, og fyrsti dysturin var ímillum piltaliðini hjá Skála og B68. Ein av teimum, sum var í broddi fylkingar, táið vøllurin varð gjørdur, var hin nú 80 ára gamli Dánjal Jákup Joensen. Hann og aðrir brúktu nógvar tímar í økinum fyri at fáa ungdóminum í bygdini eitt undirstøðukervi til bóltleik. Tí var tað sjálvsagt, at kommunan heitti á hann um at kveikja ljósið, nú almenna løtan var komin til at festa í mikla logan yvir Mýruhjalla. Dánjal Jákup er á ítróttarøkinum annars mest kendur sum rógvari, har hann hevur vunnið meiri enn tey flestu. Treystur á lærinum hevur hann róð við Sølmundi (táið skálamenn mannaðu hann í sekstiárunum), Eysturoyingi og øll tey góðu árini við Skálabátinum, táið hesin vant burturúr teimum flestu í mong ár á føroyskum firðum og vágum.

Eftir at Dánjal Jákup hevði kveikt í ljóshavið yvir vøllinum gekk gamli sweeperin, venjarin og formaðurin í felagnum, Hans Jákup Andreasen, inn á vøllin, og handaði legenduni Fróða Benjaminsen eitt blómutyssi, nú hann í kvøld leikti sín dyst no. 500 í bestu deildini í Føroyum.

Í stuttari røðu greiddi borgarstjórin eisini frá, at á býráðsfundinum í annaðkvøld er uppskot til eykajáttan á skrá, har mælt verður til at keypa venjingarútgerð fyri 3 hundrað túsund krónur, sum skal setast upp í Ítróttarhøllini á Skála skjótast gjørligt. Útgerðin er fyrst og fremst ætlað ítróttarfeløgunum í kommununi, og ynskir onkur at brúka yvirskotstíðina, ber til at leiga seg til teir tímarnar.

Runavíkar kommuna takkar øllum, sum hava havt ein leiklut í verkætlanini, at fáa nýggja ljósskipan við vøllin, fyri valaverk.

ES: Á myndini síggjast frá vinstru Dánjal Jákup Joensen, Tórbjørn Jacobsen og Hans Jákup Andreasen.