HEIM
24.04.2018

Løgmaður heldur røðu á flaggdagshaldinum í Runavík

Flaggdagin 25. apríl kl. 14.00 skipar Runavíkar kommuna fyri almennum flaggdagshaldi við Skótahúsið við Løkin. Aksel V. Johannesen, løgmaður flytir fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag luttekur.
Kommunan heitir tí á skótar og ítróttarfeløg um at møta við Skúlan við Løkin kl. 13.30, og ganga skrúðgongu út til Skótahúsið. Aftaná verður drekkamuður at fáa inni í Skótahúsinum.

Eftir flaggdagshaldið verður ódnartøk kl. 15.30 í bátahylinum í Runavík, og steypadystur millum NSÍ og AB verður á vøllinum við Løkin kl. 17.00.

Mentanarvika er í Runavíkar kommunu í hesum døgum, har eitt nú stór konsert við Danny & the Veetos verður fríggjakvøldið kl. 20. Sí skránna fyri Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu á www.visitrunavik.fo.