HEIM
01.03.2018

Ljós við vallirnar

Í eina tíð hevur tað verið greitt fyri monnum, at fótbóltssamgongurnar UEFA og FIFA fóru at seta nýggj krøv til ljósviðurskiftini kring um fótbóltsvallir. Eisini í Føroyum. Hetta snýr seg fyrst og fremst um vallir, har ið lið í bestu deildunum leika. Í Runavíkar kommunu eru tveir vallir, sum koma undir hesar nýggju ásetingarnar. Á Skála og í Runavík.

SMJ – Ráðgevandi verkfrøðingar hava ráðgivið Runavíkar kommunu í hesum málinum, og verkætlanin snýr seg um báðar vallirnar. Vøllurin í Runavík stendur fyrstur fyri tørni og síðani vøllurin á Skála. Krøvini í útbjóðingartilfarinum vóru í samsvari við altjóða krøvini, og eftir at tilboðini vóru innkomin var greitt, at Spf. EL-Tænastan við Mathiasi Davidsen hevði bíligasta tilboðið. Felagið hevur í arbeiðstøkuni kastað saman við Maskinhandlinum í Saltangará og RTS-Contractors í Runavík. Arbeiðið skal vera liðugt hin 31. mai 2018.

Í fíggjarætlanini hjá kommununi er peningur settur av til endamálið. Fótbóltssambandið stuðlar verkætlanunum í ein ávísan mun.