HEIM
22.08.2012

Ljós aftur í skúlanum í Søldarfirði

Mentamálaráðið, Runavíkar Kommuna og ALS eru farin undir samstarv um vaksnamannalæru í skúlanum í Søldarfirði. Mentamálaráðið hevur í fleiri ár leigað skúlan frá Runavíkar kommunu, og nú hølini gjørdust tøk, er nýggja samstarvið ein upplagdur møguleiki til, at skúlin aftur kann verða karmur um eitt gevandi virksemi.

Slakur helmingurin av teimum omanfyri 1.400, sum ikki hava arbeiði í løtuni hava einans fólkaskúlaútbúgving, og til teirra er útboðið av útbúgvingum sera avmarkað. Tað er millum annað við hesum í huga, at ALS tekur stig til at fáa eitt skipað, førleikagevandi útbúgvingingartilboð til teirra, sum annars hava avmarkaðar møguleikar at førleikamenna seg.

Miðað verður ímóti, at virksemið í skúlanum byrjar 1. september, og ætlanin er, at innihaldið í frálæruni hevur støði í ítøkiliga tørvinum hjá teimum, sum fara at taka lut.

Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á Tænastudeildini hjá ALS sigur, at avtalan, ið nú er gjørd um skúlan í Søldarfirði fer at geva fleiri fólkum ein møguleika at útbúgva seg, sum tey ikki hava frammanundan, og at tey tí fáa møguleikar at koma styrkt út aftur á arbeiðsmarknaðin. Høgni í Stórustovu leggur afturat, at henda verkætlanin stuðlar undir hugsjónina hjá ALS um skjótast gjørligt at hjálpa fólki víðari – antin í arbeiði ella at fara undir útbúgving.

"Útbúgving er ein grundleggjandi fyritreyt fyri virkismøguleikunum hjá tí einstaka, og er uttan iva tann mest týðandi tátturin í vitanarsamfelagnum. Vit mugu eisini ásanna, at førleikin at kunna laga seg til broyttar umstøður á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsloysið eru avbjóðingar ikki bara hjá tí einstaka, men hjá samfelagnum sum heild. Tað er tí stórur tørvur á hollari útbúgving, bæði grundleggjandi útbúgving sum fólkaskúli og vinnu- og miðnámsútbúgving, á hægri útbúgvingum og ikki minst á lívlangari læring. Eg fegnist tí um, at vit í felag hava tikið stig til at skipa serlig undirvísingartilboð til vaksin í skúlanum í Søldarfirði", sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

"Fyri okkum í Runavíkar Kommunu hevur tað stóran týdning, at skúlatilboðini í økinum eru so fjølbroytt sum gjørligt, og at skúlabygningarnir verða gagnnýttir til fulnar. Vit mugu stremba eftir støðugt at endurnýggja tilboðini innan undirvísing og førleikamenning. Tí fegnast vit um, at Mentamálaráðið og Arbeiðsloysisskipanin á hendan hátt skapa nýtt innihald í skúlanum í Søldarfirði. Bygningurin er í góðum standi, atkomuviðurskiftini góð, og hann liggur væl fyri miðskeiðis í Eysturoynni. Vit ivast onga løtu í, at nýggja virksemið í Søldarfjarðar Skúla fer at vera til stórt gagn og stóra gleði fyri okkum øll", sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.

Fyribils er talan um eina royndarverkætlan í eitt ár, og tað verður Beinta Árnadóttir Gregersen, sum starvast sum kveikjari hjá ALS, sum fer at samskipa nýggju verkætlanina í Søldarfirði.