HEIM
15.11.2018

Lív og lagna á Líðini í Rituvík

Hóskvøldið, hin 22. november kl. 19.30, verður bókaframløga á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi. Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin.

Søgan um systkini í Rituvík, sum komu í Guinness-metbókina, er nú skrivað. Hilmar Jan Hansen, tíðindamaður, reportari og so mangt annað, væl kendur í Føroyum og slektaður úr grannabygdini Runavík, hevur skrivað bókina, og Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen í Vestmanna hevur fyrireikað útgávuna og givið bókina út.

Elsebeth og Magnus Olsen, vanliga róptur Magnus í Rituvík, kendur skipari í samtíðini, áttu 12 børn. Í juli mánaði 2012 vóru tey øll uppi á døgum og rundaðu tilsamans tey túsund árini. Hendan stórhending rakk til at verða feld inn í metbókina hjá Guinness.

Fimm ár seinri – 9. juli 2017 - er høvundurin staddur í Vestmanna. Í kirkjuni har hann leikar á urgu. Hendan sunnumorgunin hittir hann Jaspur Olsen, eitt av systkjunum, ið loysir av sum deknur hendan dagin. Teir koma í prát, og sum Hilmar Jan skrivar í formælinum: ”Hugsi beinanvegin, at hugaligt er at síggja Jaspur aftur í roynda leiklutinum, og hann brosar eitt sindur, tá ið vit hyggja hvør upp á annan, hóast eygnabráið samstundis boðar frá, at hann hevur okkurt meira upp á hjarta enn bara at biðja góðan morgun. So hyggur hann fastliga inn í eyguni á mær, andar inn og letur meg vita, hvat mest av øllum fyllir hansara hug og sinni hesa morgunstund.”

”Vit vóru tólv, men nú eru vit ellivu. Í morgun fekk eg boðini, at Maggi bróðir var farin.” Níggju dagar seinri bórust deyðsboðini av Mary – systrini.

Frammanundan hesum hevði Durita Tausen, dóttir Amy, eitt av systkjunum, sum var gift Svenningi, sála, spurt seg fyri, um Hilmar Jan kanska kundi verið áhugaður í at skriva søguna um systkini á Líðini, systkini við heimsmetinum, - tíbetur tók hann av.

Framløgan verður í matstovuni á Ellisheiminum og skráin er hendan:

-Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur nøkur orð.
-Jonhard Mikkelsen, forlagsstjóri, sigur nøkur orð.
-Durita Tausen, dóttir eitt av systkjunum, sigur nøkur orð.
-Kór Glyvra Kirkju syngur 2-3 sálmar/sangir
-Amy Tausen, eitt av systkjunum, sigur nøkur orð.
-Hilmar Jan Hansen, rithøvundur, greiðir frá verkætlanini at fáa søguna um systkini skrivaða í bók.

Onkur sangur verður sungin, kaffi og køkur vera at fáa og møguleiki er eisini fyri at keypa bókina hetta kvøldið. Bókin, sum fer at kosta 298 krónur, fæst fyri serprísin - 250 krónur – framløgukvøldið, og ivaleyst fer tað at bera til at fáa signaturin frá høvundinum, táið hann nú er staddur í heimbygdini kortini.

Runavíkar kommuna, Føroya Stiftsstjórn, Framherji og Nes kommuna hava stuðlað útgávuni.