HEIM
15.05.2008

Listprýðing av nýggja skúlanum í Runavík.

Útbjóðing av arbeiðinum at listprýða nýggja skúlan í Runavík.

Arbeiðið at prýða nýggja skúlan í Runavík við list verður hervið útbjóðað. Áhugaði kunnu koma við hugskotum/uppskotum um, hvussu skúlin kann listprýðast.

Tað eru ongar ásetingar fyri ávísari list, annað enn tað, at listin ynskist at vera kveikjandi og trivnaðarskapandi hjá teimum, sum hava sína gongd í skúlanum.

Uppskotini mugu halda seg innanfyri fíggjarkarmin, sum hevur eitt loft uppá umleið kr. 500.000,-

Til tess at taka støðu til innkomnu uppskotini, verður settur ein bólkur at døma/meta um uppskotini.

Uppskotini skulu í høvuðsheitum lýsa verkætlanina og á hvønn hátt lidna verkætlanin væntandi kemur at síggja út.

Ástaðisfundur verður í skúlanum í Runavík 28. mai kl. 15.00, har høvi verður at síggja skúlan (tann partin, sum er liðugur) og at síggja tekningar av skúlanum annars.

Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, partar av uppskotunum ella einki at taka.

Uppskotini skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 24. juni 2008 og skal arbeiðið verða liðugt, tá skúlin er liðugt bygdur 1. desember 2008.

Runavíkar kommuna