HEIM
23.04.2018

Listaverkætlan í Elduvík

“Vit varðveita søgnina um Marmennilin” er heitið á tiltaki sum verður í Elduvík mánakvøldið 23. apríl.

Á heysti í 2016 tók Bygdarfelagið i Elduvík avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Nevndin fór beinavegin til verka, og varð fyrsta takið at fáa listarmann at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, ið lýsir søgnina um marmennilin. Tíðliga í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera standmyndina, sum skal stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti. Á sumri í 2017 kom Hans Pauli við einum sera spennandi hugskoti.

Í sambandi við at Mentanarvika er í Runavíkar kommunu sleppur almenningurin at hoyra um hesa listaverkætlan. Hans Pauli Olsen, listamaður, fer at greiða frá um tankar og hugskot í sambandi við listaverkætlanina. Harumframt fer Martin Joensen at framføra nøkur løg.

Á skránni verður kunning um gongdina. Ásfinn Sigvardsen fer at varpa ljós á søgnina og søguna um Marmennilin. Marjun Niclasen, leiðari á Visit Runavík, fer at greiða frá um ferðavinnuna í økinum og Maria Jacobsen úr Forna, um gransking av søgnini um Marmennilin. Sum umboð fyri Runavíkar kommunu fer Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at siga nøkur orð.

Tiltakið er ókeypis og verður í kvøld 23. apríl kl 19.00 í Elduvíkar kirkju.
Aftaná verður fiskasúpan og kaffi at fáa í skúlanum. Øll eru hjartaliga vælkomin.