HEIM
19.11.2009

Listaframsýning v/børnum úr Dagstovninum í Skálafirði og Dagstovninum Varðin á Skála

Framsýning verður í gomlu sparikassahølunum á Skála, í døgunum 23. til 27. november.

Tað eru børn í Dagstovninum í Skálafirði og Dagstovninum Varðin á Skála, sum sýna fram.

Talan er bæði um málningar, tøvdar myndir og mangt mangt annað.

Hugskotið við tiltakinum er at varpa ljós á ein part av virkseminum, sum fer fram á dagstovnunum.

Famsýningin, sum er almenn, verður opin mánadag til fríggjadag frá kl. 15:00 til 18:00

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vinarliga

Dagstovnurin í Skálafirði og Dagstovnurin Varðin