HEIM
25.02.2010

Listaframsýning í Orkis

Katrin Hvidbro Andreasen hevur listaframsýning í Orkis, fyri tíðina.
Katrin er 29 ára gomul og er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon byrjaði at mála fyri 12 árum síðani, og fæst fyri tað mesta við at mála acrylmálningar.
Hon hevur havt framsýning av málningum áður, saman við øðrum, og hevur eisini havt sjálvstøðugar framsýningar. Millum annað í Leikalund í Klaksvík, og í Smiðjuni í Lítluvík.