HEIM
19.10.2008

Listaframsýning í Gamla Handli

Listaframsýningin verður at síggja 19. - 26. okt.
Listaverkini hjá Harry Knudsen eru abstraktir acrylmálningar. Motivini eru landskap og støðumyndir av t.d. kaffistovum og átrúnaðarligum myndum.
Listamaðurin nýtir nógv litspæl at skapa ljós í málningunum og fær íblástur av øllum tí sum hann sær og upplivir í gerandisdegnum. Onnur listafólk og listaverk geva eisini nógvan íblástur til hansara málningar.
Harry Knudsen er føddur í 1975, ættaður og búsitandi í Saltangará.
Listamaðurin er autodidakt og hevur haft framsýningar bæði í Føroyum og Danmark í m.a. Smiðjuni í Lítluvík, Býráðssalinum í Saltangará, Gamla Handli, Føroya Húsinum í Keypmannahavn, Eik í Keypmannahavn og í ymsum fyritøkum í Danmark.

Opið 19-26 okt.:
Sun: 15 - 19:00
Mán-frí: 16 - 19:00
Leyg: 14 - 19:00
Sun: 15 - 19:00