HEIM
12.06.2012

Listaframsýning í býráðssalinum

Jóannes S. Hansen sýnir fram 7 hálvnaturalistiskar málningar í Býráðssalinum. Jóanes hevur málað, síðan hann varð 16 ár. Hann hevur undirvíst í málningalist í 20 ár og hevur umframt sínar framsýningar í Føroyum eisini sýnt fram í Danmark, Norra og Íslandi. Hann nýtir nógvar fagrar litir í sínum málningum.

Hervør Sabina á Torkilsheyggi, sum júst er flutt heimaftur, eftir at hava búð 8 ár í Danmark, er uppvaksin á Glyvrum. Hon hevur altíð fingist við at mála og tekna. Hon hevur verið á ymiskum skeiðum í málningalist og gekk eitt skifti á listaskúla. Hon er í løtuni sera upptikin av tí litfagra. Hetta sæst aftur í hennara málningum.

Rósa Rógvadóttir Rasmussen er ung listakvinna úr Runavík. Hon er í stórari menning og hevur luttikið á ymsum framsýningum.

Listaframsýningin í Býráðssalinum í Runavík er opin gerandisdagar frá 13.00-16.00