HEIM
19.10.2007

Listaframsýning í Býráðssalinum

Listaframsýning í Býráðssalinum.

Systkini Dagny, Jógvan og Nikolina Kristiansen úr Fuglafirði hava í Mentanarvikuni 28. okt – 04. nov. framsýning í býráðssalinum í Runavík við blýantstekningum og málaríum.

Tey hava ikki havt nakra framsýning saman áður og verður hetta tí ein serliga forvitnislig framsýning at vitja í Mentanarvikuni.
Systkini hava altíð teknað nógv, og serliga er tað portrett myndir Jógvan og Nikolina fáast við, meðan Dagny brúkar akryl, og dámar best at mála.

Tað sæst á teirra listarligu evnum at "listargenetikkur" er uppí. Og hesi góðu listarligu genini koma frá pápa teirra, sum eitur Petur Henry Kristiansen, sum plagdi at tekna nógv.

Listaframsýningin í Býráðssalinum er opin soleiðis í Mentanarvikuni 28. okt. – 04. nov. gerandisdagar frá 10.00-16.00 og leygar- og sunnudag frá 15.00 – 19.00.