HEIM
02.10.2014

Lisbeth Nebelong við Løkin

Týskvøldið 7. okt. klokkan 18 vitjar danski rithøvundurin Lisbeth Nebelong Bókasavnið við Løkin.
Tað er felags lesiringurin hjá bókasøvnunum í Nes kommunu og við Løkin, sum skipa fyri.

Lisbeth fer at tosa um sínar bøkur, - og serliga um tí seinastu Møde i mol. Eisini verður møguleiki hjá luttakarunum at skifta orð um ymisk viðurskiftir og evnir, sum bøkurnar viðgerða.

Lisbeth Nebelong hevur givið tríggjar samanhangandi bøkur út. Tær eru "Når engle spiller Mozart", "Færøblues" og "Møde i mol", sum er ein kærleikssøga um donsku Lisu og føroyska Kára. Lisa er dóttir ríkisumboðsmannin, og hon flytir við familjuni til Føroya, tá hon er hálvvaksin. Beiggi Lisu, sum eitur Erik, gerst vinur við Kára. Fyrstu ferð Lisa hitti Kára, var, tá hon sum barn var og ferðaðist í Føroyum. Longu tá var eitt serligt samband teirra millum. Tey gerast góð, tá hon flytir sum hálvvaksin til Føroya. Tá Lisa er liðug í Studentaskúlanum í Hoydølum, fer hon til Danmarkar at lesa víðari. Av tilvild hittir hon Kára 25 ár seinni, tá hon skal halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum, og hann skal spæla til eina konsert kvøldið fyri. Kári býr nú í Stavanger og arbeiðir sum tónleikari. Í "Når engle spiller Mozart" er tað Lisa, ið sigur frá, meðan Kári fortelur í "Færøblues". Í "Møde i mol" hittast Lisa og Kári aftur, tá Lisa fer til Føroyar at halda sín 50 ára føðingardag. Umframt kærleikssøguna lýsir høvundin eisini kenslur hjá føroyingum og samleikaspurningar og kenslur hjá dønum viðvíkjandi hesum. Tónleikur hevur ein týðandi lut í øllum trimum bókunum og er eisini í bókaheitunum. Høvundin flutti til Føroyar sum barn, tí pápin skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Sum 18 ára gomul kom hon aftur til Føroya at arbeiða sum læraravikarur. Hennara alskur til Føroyar og føroysku náttúruna sæst týðiliga í bókunum.

Tiltakið er ókeypis og alment.
Bókasavnið bjóðar ókeypis drekkamunn.

Meira kann lesast um lesiring og bókasavnsvirksemi á www.lokin.fo

Lisbeth hevur eisini egna heimasíðu: http://lisbethnebelong.dk

Lesiringurin veksur
Lesiringurin hevur nú eitt ár á baki, og luttakarar leggjast støðugt aftrat. Tá Sólrún Michelsen vitjaði lesiringin tann 4. september teknaðu 5 nýggjir luttakarar seg til, so nú er talið nú komið upp á 38. Tað ber tó framvegis til at tekna seg til lesiringin, um onkur hevur áhuga. Luttakararnir eru í øllum aldri, flest kvinnur, men eisini nakrir menn. Lesiringurin hittist uml. sættu hvørja viku, aðruhvørja ferð í Runavík og á Toftum. Skráin sær soleiðis út fyri komandi vetur:

• 13. November – Toftir
• 8. Januar – Runavík
• 19. Februar - Toftir
• 9. Apríl - Runavík
• 21. Mai - Toftir