HEIM
03.12.2013

Lisa og Halla 25-ára starvsdag hjá Runavíkar Kommunu

Í gjár varð skipað fyri hugnaløtu í býráðsalinum, í samband við at Lisa Djurhuus og Halla Jacobsen tann 1. desember høvdu starvast í 25 ár á kommununi. Lisa hevur starvast øll árini hjá Runavíkar Kommunu, meðan Halla áðrenn samanleggingina starvaðist hjá Skála Kommunu.

Á hugnaløtuni hugleiddi borgarstjórin um tær báðar, Lisu og Hallu, og teirra týdning fyri kommunufyrisitingina, bæði fakliga og sosialt. Síðani vórðu gávur lætnar, bæði frá kommununi og frá starvsfeløgunum. At enda høvdu Lisa og Halla høvi at hugleiða um starvstíðina á kommununi.

Fitt av fólki - familja og starvsfelagar - vóru møtt til hunaløtuna. Lagið var gott og søgurnar nógvar.

Myndarøð: {BC14B9A6-9DC9-4F36-AB66-8C5AF187BC74}