HEIM
15.09.2009

Lisa Ekdahl til Føroya

Nú er greitt, at svenska songkvinnan, Lisa Ekdahl, kemur til Føroya við bólki sínum, at hava tvær framførslur.
Lisa er á konsertferð í Europa í samband við nýggju fløguna hjá sær, nú tað hevur eydnast at fáa hana henda veg ein túr.

Lisa Ekdahl er bæðið væl kend og dámd í Føroyum. Løg sum "Vem vet", "Oppna up ditt fønster", "Åh Gud", "I Tveksamhetens Tid" og onnur av fyrstu fløguni frá 1994 hava verið nógv frammi. Og um tú telist millum tey, sum fáa gásarhold av hesum løgum, so kanst tú saktans gleða seg. Tí hóast Lisa spælir løg av spildur nýggju fløguni, sum forrestin inniheldur eitt lag saman við Teitur Lassen, so eru heili 9 av løgunum á fyrstu útgávuni við á sett-listanum, harímillum tey omanfyrinevndu.
Konsertferðin hevur verið væl fagnað higartil, m.a. í DK, har Gaffa so seint sum í seinastu viku gav henni 5 stjørnur og kallaði upplivingina fyri "en fornem aften med fokus på den gode svenske sang".

Lisa Ekdahl var á fyrsta sinni í Føroyum sum høvuðsnavn á G! 2004. Jón Tyril, fyriskipari upplýsir, at hann fleiri ferðir uttan hepni hevur roynt at fingið í lag konsert við Lisu í Föroyum. "Men nú eydnaðist endiliga og eg eri errin at kunna bjóða føroyingum á konsert hjá Lisu Ekdahl", sigur Jón Tyril.

Talan verður um tvær konsertir, onnur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 17. oktober kl 20.00 og hin í spildurnýggja mentanarhúsinum, Løkshøll, í Runavík sunnukvøldið 18. oktober eisini kl 20.00

Atgongumerki vera at fáa í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovunum í Runavík, Tórshavn, Fuglafirði og Klaksvík, umframt online á nlh.fo. Atgongumerkjasølan letur upp týsdagin 15. september kl 13.00

Tað er Tyril Music og Norðurlandahúsið, sum í samstarvi við Løkshøll, Hvonn og Atlantic Airways skipa fyri konsertini við Lisu Ekdahl í Føroyum