HEIM
06.11.2019

Lions & Roðin

Nú Lions-felagsskapurin í Eysturoy hevur hálvthundrað ár á baki, hevur nevndin valt at gera mun við gávum til ymisk høpi í Eysturoy og í Norðoyggjum, nú feløgini í landnyrðingspartinum av landinum eru farin at samstarva.

Mánakvøldið var hugnalig samkoma hildin á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík – sum er partur av felagskommunala samtakinum Roðin. Møtt vóru umboð fyri Lions og tey, sum felagsskapurin hevði valt at stuðla, nú farið var um 50ára hvarvið.

Niklas Foldbo greiddi frá gongdini í málinum, táið heimið í Runavík varð fyrireikað og smíðað. Hann átti stóran leiklut í hesum, og longu tá var Lions í Eysturoy partur av høpinum. Seinri hevur felagsskapurin hjálpt til við at fáa eina venjingarstøð upp at standa, og nú var nevndin aftur og vitjaði, fyri at veita stuðul til eina ítøkiliga verkætlan: At fáa svimjingarhylin á Røktar- og Ellisheiminum tiknan í brúk aftur.

Støðan hevur verið hon, at hylurin ikki hevur verið í brúki í á leið 12 ár. Sitandi stýrið hevur virka við málinum frá fyrsta degi, at fáa nyttu burturúr hylinum aftur, men burðurin hevur verið tungur. Ein dagin herfyri vendi peningarøkilin í Lions-felagnum sær til formannin í stýrinum og leiðara Roðans, ávikavíst Tórbjørn Jacobsen og Jóngerð Guttesen, við boðunum um, at Roðin skuldi vænta sær stuðul til endamálið, at fáa svimjingarhylin tiknan í nýtslu aftur.

Tey trý hildu síðani fund á Røktar- og Ellisheiminum og mánakvøldið í vikuni handaði Jóhan Petersen leiðaranum, Jóngerð Guttesen, prógvið um, at Lions nú hevur givið Roðanum eina gávu á hundraðogtveytifimmtúsundkrónur – kr. 125.000,-. Gjørt varð greitt, at gávan er eyðmerkt til svimjingarhylin á Heiminum.

Gávan er ógviliga týdningarmikil í leikinum til tess at fáa hylin tiknan í brúk aftur. Runavíkar, Sjóvar- og Nes kommuna fáast í hesum døgum við at leggja til rættis fíggjarætlanir sínar fyri næsta árið. 2020. Gávan frá Lions kveikti rættiliga lív í málið um svimjingarhylin aftur, soleiðis, at táið vit eru komin nakað inn í árið 2020, verður tað væntandi svimjandi aftur í Friðartúni í Runavík.

Roðin takkar Lions hjartaliga fyri gávuna.

Á ovaru myndini síggjast, á botni í lensaða svimjingarhylinum, frá vinstru: Petur Gaardlykke - næstformaður, Tummas Lervig – skrivari, Jóngerð Guttesen – leiðari Roðans, Tórbjørn Jacobsen – stýrisformaður Roðans, Jan E. Petersen – formaður og Jóhan Petersen peningarøkil. Á niðaru myndini handar Jóhan Petersen bygdarkonuni Jóngerð Guttesen gávuna – tey eru bæði slektað úr Fuglafirði.