HEIM
18.10.2012

Line Dans – Kafé í Hæddini

Fyrsta tiltakið í mentanarvikuni verður longu í kvøld. Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest hava í nógv ár havt úr at gera við at undirvísa í fimleiki á Skálafjørðinum, men hóskvøldið 18. oktober undirvísa tær í heilt øðrum kynstrum, nevniliga í løttum Line Dansum frá kl. 20.00 til 21.30 í Hæddini í Saltangará
Aftaná verður kaffi. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tilmelding á tel. 223058 ella 217572.