HEIM
23.11.2010

Linda Andrews í Glyvra Kirkju í kvøld

Linda Andrews hevur jólakonsert í Glyvra kirkju týskvøldið 23.. nov. kl. 19.00, har hon millum annað vil framføra nøkur løg av fløguni, hon gav út til jólar í fjør. Nevnast kunnu løg sum Ave Maria, Kavajól, Heilaga nátt og Friður valdar.
Elstu børnini í Barnakóri Glyvra kirkju fara at syngja tveir sangir saman við Lindu.

Eisini verður felagssangur.
Øll eru vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.