HEIM
24.10.2014

Lena Anderssen við orkestri í Løkshøll

Í kvøld, fríggjakvøld 24. oktobur klokkan 21.30, verður tónleikaliga hæddarpunktið á Mentanarvikuni Skýming í Runavík. Tað eru nógv fólk, sum hava glett seg, til at Lena Anderssen kemur á pallin í Løkshøll. Hesuferð hevur hon eisini orkestur við sær, sum er samansett av fleiri av okkara fremstu tónleikarum. Tískil er lagt upp til eitt stórt og gott konsertkvøld í Runavík, - eftir at Gekkurin er spældur í sjónvarpinum.

Lena skrivar soleiðis á síni facebooksíðu:
´Hey tit! Konsertin nú fríggjakvøldið í Løkshøll byrjar klokkan 21.30, so tit hava ríkiliga tíð bæði at spæla millión Gekk og koma á konsert aftaná:) Hetta verður mín fyrsta solo konsert í Løkshøll við orkestri. Við mær havi eg Niclas Johannesen, Finnur Hansen, Jóhannus Á Rógvu Joensen, Jósva Debes, Ragnar Finsson og Jákup Jakup Zachariassen. Gleði meg!´

Løkshøll sigur, at tað er komið gongd á atgongumerkjasøluna, sum er á www.loksholl.fo Tey plássini, sum ikki eru seld í forsølu, verða seld við dyrnar ein tíma áðrenn konsertin byrjar. Fyrireikararnir siga, at teir hava lagt seg í selarnar fyri at fáa ljóðgóðskuna í topp. Hetta borgar Steingrund Akkustikk fyri. Og fyri at skapa eitt stórri heildarupplivilsi, so hava Bókasavnið við Løkin og Løkshøll samstarva um at gera eitt kaféumhvørvi á bókasavninum. Hetta merkir at inngongdin til Løkshøll er ígjøgnum bókasavnið, so leingi mentanarvikan er. Á bókasavninum er ein hugnalig retrokafé uppsett, har tey vitjandi kunnu keypa sær drekkamunn og góðar køkubitar áðrenn og eftir konsertina. Fýra málningaframsýningar eru eisini á bókasavninum og á gongini innanfyri bókasavnið.

´Konsertirnar hjá Lenu eru altíð eitt ekta og nærverandi upplivilsi! Øll kunnu vera vís í, at fáa nakað gott við frá eini konsert hjá Lenu. Og at hon hesuferð hevur savna eitt orkestur aftrat sær, ger at vit eru enn spentari. Tí eru vit sera glað fyri at kunna bjóða øllum á konsert við Lenu Anderssen og orkestri.´ siga fyrireikararnir úr Løkshøll.

EksternLeinkja1: http://www.loksholl.fo