HEIM
12.06.2018

Leitið

Nógv umrødda útstykkingin í Leitinum í Saltangará er nú komin somikið ávegis, at hon er neyvætlað, deteilprosjekterað av EM-Ráðgeving inni á Líknargøtu. Ígjár vóru 8 føroyskar fyritøkur bjóðaðar at vera við í eini innbodnari lisitatión hesum viðvíkjandi. Hvørjar og hvussu nógvar av fyritøkunum ynskja at bjóða uppá arbeiðið, vita vit ikki enn, men mánadagin hin 18. juni 2018, kl. 14:00, verður ástaðarfundur í útstykkingarøkinum um ætlaðu verkætlanina.

Lisitatiónin verður týsdagin 5. juli 2018, kl. 14:00, hjá EM-Ráðgeving á Heiðavegi 72. Feløgini, ið tá hava bjóðað, kunnu vera hjástødd, meðan tilboðini verða lisin upp. Í boðum til partarnar í innbodnu lisitatiónini verður sagt, at byggiharrin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu boðini, ella at havna teimum øllum.

Miðað verður eftir, at útstykkingararbeiðið byrjar 13. august 2018.

  • Um sáttmáli verður gjørdur fyri alt arbeiðið, skal tað sum í útbjóðingartilfarinum er eyðmerkt sum 1. Byggistig vera handað byggiharranum liðugt til fulla nýtslu 23. august 2019.
  • Um sáttmálið verður gjørdur fyri tað sum í útbjóðingartilfarinum er eyðmerkt sum 1. Byggistig skal arbeiðið handast byggiharranum liðugt til fulla nýtslu hin 23. august 2019. Um sáttmáli verður gjørdur fyri alla verkælanina samlað, skal arbeiðið handast byggiharranum liðugt til fulla nýtslu hin 14. februar 2020.

Alt eftir hvussu bygt verður, snýr hendan verkætlanin seg um 80-100 búeindir. Í ætlanini, sum nú fer í gongd, verður roknað við útgrevstri, planering, gøtuljósum, kantsteinum, asfalteraðum vegum og felagsøkjum.

Hendan verkætlanin nøktar í stóran mun tann kenda dagsaktuella tørvin á íbúðarøkjum í hesum partinum av kommununi. Meiri verður at frætta, táið lisitatiónin hevur verið og innkomnu tilboðini eru viðgjørd og sáttmáli er gjørdur við ein arbeiðstakara.

Ynskir onkur at vita meiri um hetta ber til at ringja til Runavíkar kommunu og spyrja eftir Eyðuni Rasmussen.