HEIM
03.12.2007

Leingi opið í Handilsmiðdeplinum í Runavík

Komandi leygardag 8. desember hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu opið til kl. 20.00.

Øll eru vælkomin til hugnaliga Handilsmiðdepilin, sum longu nú er pyntaður til jóla. Allan desember mánaða verða hópin av tiltøkum fyriskipaði í økinum. Umframt jólatiltøk fyri børnum, skipar Handilsmiðdepilin fyri eini mótasýning í Stokkastovuni 13. desember og Jólavikan byrjar mánadagin 17. desember, har handlarnir hava longri opið um kvøldarnar. Gomul Jól í Heiðunum lata upp leygardagin 15. desember og tá vitjar brandbilurin við jólamonnum eisini. Mánadagin 17. desember vitjar jólaskipið Runavíkini, skipið leggur at við bátahylin, beint við økið, har Gomul Jól í Heiðunum er.

Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu leggur stóran dent á at viðskiftafólk, ið vitja handlarnar í býnum, fáa alt teimum tørvar, bæði tá tað snýr seg um vøru, tænastu og uppliving. Handlarnir í økinum, bjóða í felag eitt sera fjølbroytt úrval av vørum.

Tað er sera umráðandi fyri Handilsmiðdepilin at menna seg og verður tí stór orka løgd í at fylgja við tíðarrákinum. Um stutta tíð kann Handilsmiðdepilin við stoltleika bjóða sínum viðskiftafólki eitt slóðbrótandi talgilt gávukort.

So kom til Runavíkar, her osar av handilslívi og mentan.