HEIM
26.04.2012

Leikadagur í Runavík

Á tunnilsdegnum, 28. apríl frá kl. 14.00-18.00, er leikadagur í Runavík. Tiltakið er sunnanfyri býráðshúsið.
Á skránni verður m.a. loppumarknaður har børn selja ymiskar leikur. Vitjandi hava eisini møguleikan at keypa sær ein kaffimunn.
Tey, ið ynskja at selja sínar leikur hendan dagin, kunnu skráseta seg á Kunningarstovuni í Runavík við at ringja 417060, 211449 ella senda ein teldupost til kunningarstovan@runavik.fo .
Øll eru hjartaliga vælkomin!