HEIM
14.12.2011

Leigari til kafeteria og bygdasalin á Skála

Við hesum lýsir Runavíkar Kommuna eftir áhugaðum leigara av kafeterianum og bygdasalinum á Skála.

Kafeteria og bygdasalurin er uppí á í ítróttarhøllini á Skála. Eitt vælrikið kafeteria hevur stóran týdning fyri bygdina, eins og tað stuðlar undir tiltøkum, ið eru í sjálvari ítróttarhøllini.

Um áhugi er fyri tí, kann leigarin eisini standa fyri rakstrinum av kamping- plássinum á Skála, ið liggur beint við ítróttarhøllina. Kampingplássið á Skála gevur útlendskum og føroyskum kamparum ein góðan gistingarmøguleika miðskeiðis í Eysturoy.

Tað hevur stóran týdning fyri Runavíkar Kommunu, at kafeteria og kampingøkið geva eina góða og støðuga tænastu.

Árliga leigugjaldið verður ásett við avtalu.

Um tú heldur hetta ljóða áhugavert, skalt tú senda Runavíkar Kommunu eina umsókn um at sleppa at leiga kafeteria í Ítróttar- høllini á Skála og kampingplásssið.

Umsóknin skal sendast innan 16. jan. 2012 við posti til:

Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26
600 Saltangará.

Tá umsóknarfreistin er farin, vendir Runavíkar Kommuna sær til umsøkjararnar.

Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, á tel. 417080 ella umvegis teldupost til solvi@runavik.fo

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/5CD7DFE6-73A7-4037-83CE-4A044C04FF49.pdf