HEIM
02.05.2015

Leiga tímar í Bylgjuni á netinum

Frá í dag 2. mai og fyribils fram til summarferiuna verður ein roynd gjørd við at útleiga tímar í ítróttarhøllini í Bylgjuni í Runavík á netinum.

Nú vetrarítróttagreinirnar eru um at vera lidnar, eru nógvir tímar tøkir, bæði vanligar vikudagar og í vikuskiftinum.

Mannagongdin er einføld. Far inn á heimasíðuna holl.fo. Trýst á leiga høll, og vel tíman, sum tú ynskir at leiga. Goldið verður við gjaldskorti á holl.fo.

Um tímar verða leigaðir mán.-frí millum kl. 15 og 22, er høllin opin.

Um tímar verða leigaðir aðrar tíðir, má eitt sms sendast fyri at fáa latið høllina upp. Nærri upplýsingar eru á heimasíðuni holl.fo.

Runavíkar Kommuna ynskir við hesum tilboðnum at geva fleiri atgongd til ítróttarhøllina í Bylgjuni.