HEIM
16.10.2014

Leiðari til eldraøkið í Skálafjarðarsamstarvinum

Skálafjarðarsamstarvið hevur seinastu tíðina søkt eftir leiðara, og nú umsóknarfreistin er úti, kann staðfestast, at 8 umsóknir eru komnar inn.

Setanartilgongdin er byrjað og ætlanin er, at leiðarastarvið er sett seinast í hesum mánaðinum.

Kommunurnar við Skálafjørðin eru samdar um at verða felags um at røkja heimatænastu, eldrarøkt v.m. Skálafjarðarsamstarvið verður stýrt av einum stýri, sum telur 7 limir.