HEIM
25.01.2011

Leiðari settur í starv fyri Ungdómshúsið á Toftum

Johnleif Gerðisá, Nes, er settur í starv sum leiðara fyri Ungdómshúsið á Toftum.
Johnleif er 29 ár, er námsfrøðingur og hevur aðrar viðkomandi útbúgvingar. Hann hevur nógvar royndir at arbeiða við ungum fólkum, er ein góður fyriskipari, sum saman við hansara persónligu eginleikum gerð, at tey ið koma í Ungdómshúsið, koma at uppliva hann sum ein góðan og virkisfúsnan leiðara, ið skapir trivna og mensku millum tey ungu.
Ætlanin er at virksemi í Ungdómshúsinum skal byrja so skjótt sum gjørligt, og miðað verður eftir at hava opið hús týsdagin 15. februar.
Ungdómshúsið, sum húsast í frálíka bygninginum hjá BankNordik, á Toftum, er fyri øll ung millum 13 og 18 ár, og er eitt úrslit av góðum samstarvi millum tey fólk í Nes og Runavíkar kommunu, sum hava arbeitt við tankanum um ungdómshús her í økinum.
Eisini er eitt frálíkt samstarv millum Nes og Runavíkar kommunur fyri Ungdómshúsinum, ið stuðla tiltakinum við eini fíggjarligari játtan, sum gerð, at vit kunnu seta ein leiðara í starv fulla tíð.
Nevndin takkar øllum fyri gott samstarv og ynskir leiðaranum góða eyðnu í arbeiðinum, so tey ungu koma at uppliva Ungdómshúsið sum eitt tað besta og "coolasta" staðið í Føroyum.

Alfred Olsen, formaður