HEIM
01.12.2017

Leiðari settur á Dagstovninum við Stórá

Runavíkar býráð hevur á býráðsfundi 30.11.2017 tikið avgerð um, at seta Sonju Olsen sum leiðara á Dagstovninum við Stórá í Rituvík.

Sonja er útbúgvin bachelor í námsfrøð og hevur tikið kandidatgrad í pedagopgiskari sosiologi. Frá 2011 fram til 2017 hevur Sonja starvast sum námsfrøðingur og varaleiðari á Barnagarðinum á Mýrunum, til hon í byrjanina av 2017 tók við farloyvisstarvi sum leiðari á Dagstovninum við Stórá.

Runavíkar kommuna ynskir Sonju Olsen góða eydnu í starvinum.