HEIM
03.10.2017

Leiðari settur fyri Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin, sum umfatar Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur, hevur sett Ingrid Jensen sum leiðara í samstarvinum.

Ingrid er útbúgvin sosialráðgevi, hevur tikið diplomútbúgving og fingið lektaragóðkenning innan sosialt arbeiði og hevur harafturat tikið eina masterútbúgving í “Vidensbaseret socialt arbejde”.

Hon hevur seinastu 16 árini starvast í Danmark. Hon hevur samanlagt 35 ára starvsroyndir innan sosialt arbeiði, m.a. sum málsviðgeri, fulltrúi og leiðari innan almannaverk, barnavernd og fakfeløg, umframt at hava sitið í kærunevndum innan barnaverndarøkið bæði í Føroyum og í Danmark.

Hon byrjar í starvinum í november. Vit ynskja Ingrid vælkomnari í starvið.