HEIM
20.01.2014

Legovinir til Grikkalands

Seinastu fimm árini hava fleiri næmingar í Runavíkar skúla brúkt nógva tíð og orku uppá at byggja lego - og fáa eitt tólmenni, ein robott, at loysa ymiskar uppgávur.

Síðstu trý árini hevur tað gingið sera væl, og hava teir greitt vunnið føroysku kappingina. Hetta hevur givið teimum møguleika at luttaka í kappingum uttanlands, millum annað í Noregi og Týsklandi.

Í komandi viku gongur leiðin munandi longur burtur – hesaferð allan vegin til Grikkalands.

Hví til Grikkalands spyrja nokk fleiri, men tað stutta av tí langa er tí at teir duga sítt handverk.
Meðan LegoVinir luttóku í kapping í Týsklandi vóru fólk úr Grikkalandi við fyri eyga at fáa inspiratión til at fara undir at luttaka í First Lego League, sum kappingin verður nevnd.

- Á túrinum í Týsklandi fingu teir eyga á okkara ungu dreingir, og spurdu um teir vóru áhugaðir í at koma niður til Grikkalands at vísa grikkum, hvussu man luttók í hesi kapping.

- Sjálvandi var hetta ein áhugaverd innbjóðing, so avgjørt var at takka ja til innbjóðingina, verður sagt á heimasíðuni hjá Runavíkar skúla.

Í komandi viku fara dreingirnir saman við ferðaleiðarum avstað, og skulu vera burturi eina viku.

Á leinkjuni niðanfyri er filmur frá síðstu robotloysnini í 2013.

EksternLeinkja1: http://www.youtube.com/watch?v=Y0UPV9t6nBo#action=share