HEIM
22.01.2014

Lego Vinir stóran heiður í Grikkalandi

First Lego League (FLL) er ein íverksetanarkapping fyri ung ímillum 10 og 16 ár. Kappingin er í trimum uppgávum. Mest undirhaldandi er kappingin við tólmenninum. Har skulu ávísar bundnar uppgávur loysast á einum borði, sum øll liðini í heiminum fáa. Hvussu ein loysir uppgávurnar, er upp til hvørt einstakt lið. Onnur uppgávan er eisini til tólmenni. Tað er tøkniliga uppgávan, har greiðast skal frá tólmenninum, og hvussu liðið er komið fram til sínar loysnir.

Triði parturin av uppgávuni er tann ástøðiligi. Hvørt áv verður eitt evni valt. Hesaferð var tað "Natures Fury", náttúruvanlukkur. Tað snýr seg um at finna ein trupulleika, sum hevur við evnið at gera, og so at finna eina loysn til trupulleikan. Liðini hava 8 vikur at fyrireika seg í. Tá skulu allir partar av uppgávuni vera loystir.

Onkur hevur helst hoyrt um Lego Vinir úr Skúlanum við Løkin í Runavík. Tað eru 8 dreingir, sum hava luttikið í First Lego League (FLL) í 5 ár. Fyrstu tvey árini vunnu teir púrt onki. Men triðja og fjórða árið, 2011 og 2012, vunnu teir FM í FLL og vunnu samstundis rættindi at kappast í Skandinvisku finaluni. Í 2012 gekst so mikið væl, at teir vórðu bodnir við til opnu evropisku kappingina, sum var í Paderborn í Týsklandi í mai 2013. Og í Paderborn byrjar hendan sera spennandi søgan.

Grikkaland hevur ongantíð enn skipað fyri eini kapping í First Lego League. Tí sendu teir umboðsfólk til kappingina í Paderborn fyri at kanna og síggja, hvat FLL er og hvussu tað verður skipað. Eisini hugdu tey eftir møguligum samstarvsmøguleikum. Og her er tað, at Lego Vinir koma inn í myndina. Umboðsfólkini úr Grikkalandi fingu gott eyga á Lego Vinum og ynsktu at samstarva við teir. Orsøkin var fyrst og fremst, at tøkniliga støðið á tólmenninum, robottinum, var so høgt, at tað mátti metast sum tað hægsta í allari kappingini.

Lego Vinir hava dugað sera væl at fingist við tøkniliga partin av FLL. Tólmennini, sum teir hava latið úr hondum, hava verið á sera høgum støði, og hava teir eisini vunnið heiður fyri tað á fleiri kappingum. Eitt annað, sum Lego Vinir eru kendir fyri, er mátin at marknaðarføra seg.

Teir hava egna heimasíðu, legovinir.tk, og egnan facebook bólk. Her eru myndir og tíðindi um liðið. Eisini liggja fleiri filmar tøkir inni á heimasíðuni og inni á youtube.com. Onkur teirra hevur havt óvanliga nógvar hyggjarar inni, einar 30.000.

Tí skulu Lego Vinir mikudagin til Grikkalands at leggja grikkum lag á, tá tað um FLL ræður. Fríggjadagin skulu teir halda fyrilestur á einum skúla, har 200 næmingar koma at luttaka. Eftir fyrilesturin skipa teir fyri verkstøðum við ymiskum pørtum í tí at arbeiða við tøkni, tólmenni og verkfrøði.

Seinnapartin fríggjadagin skulu teir til eitt FLL tiltak, sum verður hildið í stóra keypskálanum í Thessaloniki, Mediteranean Kosmos. Her eru uppgávuborðini til ársins útgávu av FLL, Natures Fury, løgd sum grund fyri undirvísingini. Nýstovnaðu FLL liðini í Thessaloniki koma at fáa undirvísing í at byggja og programera eitt tólmenni, sum skal loysa ymsu uppgávurnar á uppgávuborðinum.

Hildið verður fram við hesum verkstøðunum allan leygardagin. Klokkan 18 leygarkvøldið verður stóra brakið á túrinum. Tí leygarkvøldið klokkan 18 skjóta grikkar fyrstu kappingina í FLL í gongd. Har verður tónleikur og undirhald. Og stóru stjørnurnar til hetta tiltakið vera júst Lego Vinir. Teir skulu eru heiðursgestir hetta kvøldið í Thessaloniki í Grikklandi.

So um PISA kanningar ikki geva so góð úrslit, so er føroyskur ungdómur hóast alt dugnaligur. Tað er hetta tiltakið í øllum førum eitt dømi um.
Tað eru ikki bert grikkar, sum halda, at Lego Vinir eiga at heiðrast. Tí, Mekanik, Bank Nordik, Eik, Skálkur og Berglon halda eisini, at Lego Vinir eiga at fáa høvi til at fara túrin ti Grikkalands. Tí hava tey valt at stuðla Lego Vinum. Runavíkar Kommuna og MMR hava sæð hetta høvið hjá Lego Vinum sum nakað serstakt – teir eru einastandandi umboðsmenn, ambassadørar. Tí hava tey eisini veitt Lego Vinum fíggjarligan stuðul.

Landstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, metir, at her er talan um einastandandi tiltak, sum undirstrikar, at føroyskur ungdómur mangan er á støði við onnur og væl tað. Kurt Madsen hjá FLL Føroyar sigur, at hetta vísir, at FLL Føroyar er á sera høgum støði, og at tey í FLL Føroyum eru sera errin av Lego Vinum. Tey meta, at Lego Vinir eru fult førir fyri at gjøgnumføra eina tílíka uppgávu.

Mikudagin gongur leiðin til Danmarkar við Atlantic Airways. Hósmorgunin verður flogið víðari til Grikkalands. Lego Vinir koma heim aftur komandi týsdag.