HEIM
02.12.2017

Lat okkum birta vón

Røða, sum Eyðun Gaardbo helt, tá jólatræið varð tendrað í Saltangará:

Eg fari fyrst av øllum at takka fyri álitið og áheitanina um at siga nøkur orð til hesa løtuna, nú ljósini á trænum skulu tendrast.

Jólatræið, soleiðis sum vit kenna tað best, stavar afturi frá 1500 talinum og var ein suðurtýsk siðvenja, og tað eru tey, ið vilja vera við, at Martin Luther var millum tey fyrstu, ið tóku jólatræið inn í stovuna fyri at pynta tað við livandi ljósum. Hann bleiv hugtikin av eini løtumynd í skóginum, har stjørnurnar glampaðu ímillum trøini og ynskti at endurskapa løtuna heima. Hetta er sami Martin Luther, sum vit í ár hátíðarhalda, tí tað í ár júst eru liðin 500 ár, síðani hann negldi tær 95 tesurnar, ella lærusetningarnar, á dyrnar í Slotskirkjuni í Wittenberg í Týsklandi – tesurnar, sum blivu avgerandi útgangsstøðið til reformatiónina í Europa.

Siðvenjan við jólatrænum breiddi seg spakuliga eisini norður yvir, og kom til Føroya um aldarskiftið 1800 - 1900.

Jólatræið í dag hevur ein kristiligan boðskap, við stjørnuni peikandi uppeftir, ið minnir okkum á stjørnuna, ið vísti vísmonnunum leiðina til Betlehem – til krubbuna í fjósinum, har Frelsarin varð føddur. Gávurnar undir trænum minna okkum á gávurnar, sum vísmenninir bóru Jesusbarninum. Ljósini minna okkum á Frelsaran sum ljós heimsins. Jesus segði, “Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.” Litríku kúlurnar ímynda Jørðina. Einglarnir verja og vælsigna okkum. Ljósketurnar ímynda samanhald og kærleika manna millum. Træið sjálvt ímyndar lívsins træ, sum stóð í aldingarðinum, og ígjøgnum Jesu deyða og uppreisn er træið ímyndin av tí æviga lívinum.
Tá tú leitar eftir upplýsingum um jólatræið, kemur tú skjótt eftir, at søgan um træið eisini røkkur nógv longur aftur, men hendan søgan verður so mín í dag, og vit kunnu í øllum førum staðfesta, at flest øll heim í Føroyum í dag gleðast um sítt jólatræ.

Tað er ein søga, ið altíð hevur hugtikið meg – ein hending, ið fór fram undir fyrra veraldarbardaga. Árið var 1914, staðið var Flandern-økið í Belgia, og tað var jólaaftan. Partarnir í stríðnum, sum høvdu skotið hvør eftir øðrum í longri tíð, samdust um at leggja vápnini á jólum. Teir sungu jólasangir – týskararnir sungu “Stille Nacht, heilige Nacht”, og bretarnir tóku undir við at syngja “Silent night, Holy night”, og har á víðvøllinum millum skotgravirnar møttust teir og hálsfevndust við virðing hvør fyri øðrum. Teir gróvu í felag teir, ið falnir vóru, sungu sálmar og bóðu. Hesi jólini kom boðskapurin “friður á jørð og í menniskjum góður tokki” av álvara til sín rætt.

Eg havi hug at nevna eina aðra hending, sum er frá seinna heimsbardaga, og hevur sum so onki við jólini at gera – og kortini. Abbi mín, Óli, sigldi sum smyrjari, sum tað kallaðist, við Austerlitz. Joen Magnus undir Lyngbrekku úr Lamba var skipari. Teir høvdu verið í Íslandi og keypt fisk og vóru á veg til Aberdeen at selja. Komnir nakað miðskeiðis millum Føroya og Hetland, hendi tað, sum allir sjómenn óttaðust. Abbi stóð og tókst við okkurt á dekkinum og var hyggjandi vestur í hav. Tá sær hann ein kavbát koma við fullari ferð beint ímóti teimum. Hann leyp niður og vakti teir, sum svóvu. Komin uppaftur á dekkið sær hann, at kavbáturin er komin heilt nær og sigldi upp í luv og legði seg tvøran. Fyri teir 7 umborð var ongin ivi, kavbáturin gjørdi klárt til at skjóta.

Skiparin biður so abba fara niður í maskinrúmið at sløkkja motorin, meðan hinir gera klárt at seta bátin út. Gjøgnum telegrafin fekk hann boð um at leggja skipið stilt. Hann kundi lopið uppaftur, tí hann væntaði, at tað brast hvørja løtu, men ístaðin legði hann seg á knæ og legði alt í Harrans hendur. Bað fyri manning og teirra kæru. Tað gjørdu teir ivaleyst allir hesa løtuna. Sjálvur hevði hann konu og 6 børn sitandi heima á Nesi. Tá hann var liðugur, fór hann uppaftur á dekkið, og har stóð manningin undrandi og hugdi eftir kavbátinum, sum við fullari ferð fór somu leið, sum hann var komin, og teir takkaðu Guði.

Nú skal alt ikki ikki bara blíva til endurminningar frá stríðsárum, men ofta er tað so, at tess myrkari myrkrið, tess ljósari ljósið og við jólunum fylgir ljósið.

Jólini savna føroyingar – burturi sum heima – og tað er hugaligt, tá kringvarpið ger telefonprát við føroyingar, sum eru staddir uttanlands ella við skipum, fyri at hoyra, hvussu jólini verða hildin har. Hugaligt er eisini at hoyra jólaheilsanir – hóast tøkniligu frambrotini hava gjørt tørvin, at senda heilsanir umvegis útvarpið, minni.

Fyri børnini er hetta ein spennandi tíð, sum í teirra verð gongur ov seint, meðan vit eldru hava trupulleikar við at fylgja við, og spurningurin er, hvat vit skunda okkum eftir, og hví tíðin ikki røkkur. Lat okkum ikki gloyma jólaboðskapin í øllum resinum, í leitanini eftir onkrum, ið kortini ikki varðar.

Tað eru nógvar kenslur knýttar at jólunum og lat okkum ígjøgnum hugsanir, bønir og heilsanir kveikja ljós í hjørtum teirra, ið syrgja, ið hava mist, ið eru rakt av sjúku, ið stúra, ið sita einsamøll. Lat okkum birta vón og geva okkum far um menniskjað í menniskjanum, her heima eins væl og úti í heimi.

Í dag eru góðar 3 vikur til jóla, vit nærkast stytsta degi, og nú jólatræið verður tendrað, er býurin skrýddur og tilreiðar at taka ímóti jólastákanini. Takk til býráðið, fyri at tit raðfesta pynting av býnum við perum, stjørnum og jólatrøum, sum er til gleði fyri okkum øll. Ein serstøk tøkk til hornorkestrið, fyri at tit altíð eru fús at seta tykkara serliga dám á tiltøk sum hetta.

Við heilsanini úr jólaboðskapinum “friður á jørð og í menniskjum góður tokki” fari eg at takka tykkum, ið lýddu á og samstundis at heita á tykkum, ið varða av tiltakinum, um at lata træið tendra.

Takk fyri.